Fleiri enn hundrað vístu andlit í Klaksvík

Málið er at savna 1500 myndir í Føroyum, og higartil er fleiri enn 400 myndir innkomnar

Millum mongu fólkini í Klingrugarðinum leygardagin, var eitt umboð fyri Amnesty við einum myndatólið í hondini. Henda daman var forkvinnan í Føroyadeildini hjá Amnesty International, Annika Sølvará, men hon tók ikki myndir av tunnilskøkum og øðrum, sum hoyrdi hátíðarhaldinum til.
Myndirnar hon tók, var av vanligum fólkum, sum vildu stilla upp og vísa andlit og vera ein partur av Control Arms tiltakinum. Ta løtuna Annika Sølvará hevði myndatólið frammi, fekk hon góðar 100 myndir. Hetta eru tey rættiliga væl nøgd við á skrivstovuni hjá Amnesty, tá vit ringdu til tey.

Málið er 1500 myndir
- Higartil hava vit fingið gott og væl 400 føroyingar at vísa andlit, og málið er 1500 myndir, so tað gongur rætta vegin, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Føroyadeildini hjá Amnesty International.
- Vit royna at vera úti um okkum. Vit vóru í Klaksvík leygardagin, og í næstum fara vit út á Læraraskúlan. Vit ætla at røkka allar miðnámsskúlarnar, og vóna at sleppa við á Asfalt, og soleiðis royna vit at røkka so nógvum føroyingum sum gjørligt, greiðir Margretha frá.
- Men, skundar hon sær at leggja aftrat og sigur, at tað ber eisini til hjá øllum, at fara inn á heimasíðuna hjá Control Arms, og eina leggja eina mynd av sær sjálvum har. Tað er lættasti mátin at gera tað uppá. Einasta kravið fyri at fáa eina mynd á síðuna er, at tú ert eldri enn 16 ár. Ert tú ikki tað, kanst tú kortini stuðla tiltakinum, við at tekna eitt sjálvportrett, sum tú síðani leggur út í staðin.

Fáa tamarhald á alheimsvápnasøluni
Control Arms er eitt altjóða átak, sum í stuttum snýr seg um, at fáa tamarhald á vápnasøluni í heiminum. Til slík átøk verða undirskriftir ofta innsavnaðar, sum so verða handaðar onkrum myndugleika. Men í so máta, er Control Arms eitt rættiliga øðrvísi tiltak. Her savna tey andlitsmyndir inn, sum so verða lagdar á eina heimasíðu, www.controlarms.com.
Við at trýsta á "gallery" í høgra horni, og síðani velja at síggja myndir úr "Faroe Islands" sært tú eini rúgvu av føroyingum, sum hava valt at vísa andlit í samband við hetta átakið, kendir sum minni kendir. Anita á Fríðriksmørk, John Johannesen og Lisbeth L. Petersen eru tríggir av mongu føroyingunum á síðuni.

Teitur millum tey kendu
Inni á heimasíðuni ber eisini til at síggja myndir av kendum fólkum, sokallaðum celebrities, sum stuðla tiltakinum við at vísa andlit. Eitt tað fyrsta andlitið tú rennir teg í har, er okkara egni Teitur. Hann sæst millum sjónleikaran Joseph Fiennes, songkvinnuna Mel C og franska fótbóltslandsliðið.
Myndirnar av Teituri, Lisbeth L. Petersen, Claude Makelele og øllum hinum, sum hava lagt eina mynd út á síðuna, skulu eftir ætlan handast á ST-rástevnuni sum verður 25. juni. Men okkurt er, sum bendur á, at hetta verður útsett til ST-aðalfundin sum verður í september.