Myndugleikarnir í afrikanska landinum, Libya, siga í dag, at nú eru 5.300 fólk funnin deyð eftir herviliga illveðrið og vatnflóðina, sum rakti partar av landinum.
Ein ráðharri í umsitingini har eysturi í landinum sigur seg stúra fyri, at talið av deyðum fer at veksa munandi, og stúrt verður fyri, at eini 10.000 fólk hava latið lív.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.
Serliga hevur verið at hoyrt um støðuna í býnum, Derna í Libya. Hetta økið er hart rakt eftir illveðrið, Daniel, sum eitt nú herjaði í Grikkalandi í síðstu viku.
- Eg eri júst komin aftur úr Derna. Støðan er katastrofal, og her liggja lík yvir tað heila - á sjónum, í dølum og undir bygningum.
Soleiðis segði Hichem Chkiouat, sum er ráðharri fyri loftferðsluni og er limur í nevndini fyri neyðstødd í Libya, og hetta segði hann í gjár.
Sambært Reyða Krossi eru heili 10.000 fólk saknað.
##med2##
Hichem Chkiouat segði við Reuters í gjár, at fleiri enn 1000 lík eru funnin, men longu í dag er talið av staðfestum deyðum komið uppá 5.300.
- Eg geri ikki av, tá eg siga, at 25 prosent av býnum er burtur, og nógvir bygningar eru rapaðir, segði loftferðsluráðharrin í gjár.
Útlendskir miðlar vita at siga, at fýra høvuðsbrýr og tvær vatnbyrgingar eru farnar í knús í Derna, og býurin er lýstur sum vanlukkuøki.












