Spreingingin fór fram í einum námi í býnum, Tabas í Iran.
Í fyrstani varð hildið, at 28 fólk vóru deyð, men seinni varð talið dagført til fleiri enn 50.
Haraftrat eru fleiri løstað og saknað í náminum.
Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, hevur sent samkensluboð til familjurnar, sum eru raktar av vanlukkuni.
- Eg havi tosað við mínar ráðharrar, og vit skulu gera okkara besta fyri tey, sum eru rakt, sigur hann í einari útsøgn.
Tað var í landslutinum, Suður-Khorasan, sum liggur har eysturi í Iran, at námsvanlukkan hendi.
- Hetta er umleið 540 kilometrar úr iranska høvuðsstaðnum, Teheran, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.











