Millum tey, sum eru flutt úr Russlandi, eru eitt nú fólk, sum eru ímóti sitandi stjórn, umframt ung, sum leita sær eftir betri arbeiðsmøguleikum, nú útlendskar fyritøkur eru rýmdar úr Russlandi.

Fleiri enn 400.000 fólk eru rýmd úr Russlandi

Russiska innrásin í Ukraina hevur ikki bara ført til, at fólk eru flýdd úr krígsherjaða landinum. Eisini í Russlandi hava tey upplivað, at mong eru flutt úr landinum í kjalarvørrinum av krígnum. 

Millum tey, sum eru flutt úr Russlandi, eru eitt nú fólk, sum eru ímóti sitandi stjórn, umframt ung, sum leita sær eftir betri arbeiðsmøguleikum, nú útlendskar fyritøkur eru rýmdar úr Russlandi.

419.000 russar eru rýmdir úr heimlandinum í fyrra hálvári í ár, og hetta er tvífalt so nógv sum í fyrru hálvu av 2021.

 

Tað veit russiska tíðindarásin RBK at siga, og tað er norska kringvarpið, sum endurgevur tíðindini.

 

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár vóru tað fleiri, sum í fyrra hálvári í ár fluttu úr Russlandi enn tey, sum fluttu til Russlands.

 

322.000 fólk fluttu til Russlands fyrstu seks mánaðirnar í ár, men almenni hagtalsstovnurin í Russlandi - Rosstat - sigur einki um úr hvørjum londum hesi fólk eru.

 

Vanliga eru tað fólk úr londum, sum áður vóru partur av Sovjetsamveldinum, sum flyta til Russlands, men eisini her eru fleiri farin úr Russlandi enn tey, sum eru komin til landið.

 

Meðan 295.000 fólk fyrstu seks mánaðirnar í ár fluttu úr fyrrverandi Sovjet-londum til Russlands, eru 369.000 fólk flutt úr Russlandi og til hesi lond sama tíðarskeið.

 

##med2##

 

Merkisvert er kanska, at heili 80.000 fólk fyrstu seks mánaðirnar í ár eru flutt úr Russlandi til Ukraina.

 

Russiska innrásin í Ukraina hin 24. februar hevur ikki bara ført til, at fólk eru flýdd úr krígsherjaða landinum. Eisini í Russlandi hava tey soleiðis upplivað, at mong eru flutt úr landinum í kjalarvørrinum av krígnum. 

 

Millum tey, sum eru flutt úr Russlandi, eru eitt nú fólk, sum eru ímóti sitandi stjórn í landinum, umframt ung, sum leita sær eftir betri arbeiðsmøguleikum, nú ein røð av útlendskum fyritøkum eru rýmdar úr landinum.

 

Fólkatalið í Russlandi er í fyrra hálvári í ár minkað við 480.000, harav ein orsøk partvís er náttúrlig minking, verður lagt aftrat.

 

 

 

Millum tey, sum eru flutt úr Russlandi, eru eitt nú fólk, sum eru ímóti sitandi stjórn, umframt ung, sum leita sær eftir betri arbeiðsmøguleikum, nú útlendskar fyritøkur eru rýmdar úr Russlandi.

Hóast skilaleysu krígsstøðuna, eru 80.000 fólk flutt úr Russlandi til Ukraina fyrra hálvár í ár.