Hesar dagarnar skipar FSF fyri fótbóltsskúlum kring landið saman við ymsu fótbóltsfeløgunum, og í dag fóru tveir teir fyrstu av bakkastokki.
Fyrstu fótbóltsskúlarnir vóru í Tórshavn og á Toftum, og fyriskipaðir saman við HB og B68. Tilsamans luttóku fleiri enn 400 børn millum seks og 14 ár í dag, og umboða ymsu føroysku feløgini.
- Vit fegnast um, at áhugin og undirtøkan fyri fótbóltsskúlanum aftur í ár er sera góð, sigur Christina Ravnsfjall, 'grassroots-samskipari' hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.
Tilsamans verða ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar á skránni í summar. Fótbóltsskúlarnir hava í nógv ár verið ein fastur partur av fótbóltsárinum og eitt ótal av børnum hava hesi árini luttikið.