Tað er góður hýrur á norðoyastevnu. Yvir 4.000 fólk hava runnið ella gingið Royal Run og veðrið hevur eisini verið gott.
Krúnprinsurin kom við báti til Klaksvíkar í morgun. Áðrenn renningin byrjaði, segði hann nøkur fá orð. Hann var harmur um, at hann ikki fekk runnið, men hann ynskti øllum teimum mongu luttakarunum ein góðan túr.
##med2##
##med3##
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði krúnprinsinum vælkomnan til Klaksvíkar. Hann gleddist um, at tað hevði eydnast at fingið krúnprinsin at koma til Føroya aftur í ár.
Áðrenn fyrstu rennararnir fóru avstað, varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.
Tað var krúnprinsurin, ið skeyt Royal Run í gongd í Klaksvík.
##med4##
##med5##
Krúnprinsurin var sera fólksligur og heilsaði upp á nógvar rennara og áskoðarar. Millum annað heilsaði hann uppá 91 ára gomlu Rigmor Andreasen og 93 ára gomlu Petrinu Hansen, ið vóru elstu luttakararnir í renningini.
Ein ung genta, ið skal giftast skjótt, fekk eisini eitt klemm frá krúnprinsinum.
##med6##
##med7##
Runnið varð eina míl ella 10 kilometrar. Mílin varð runnin frá ferjuleguni til Jógvan Waagsteinsgøtu og aftur.
Teinurin á 10 kilometrar varð runnin frá ferjuleguni til rundkoyringina, út til gamla snørisvirkið/Berglon, har vent varð niðan á Klaksvíksvegin. Harfrá varð runnið út til Norðoyri og aftur til ferjuleguna, har málið var.
Runnið varð í ymiskum bólkum. Tey fyrstu byrjaðu klokkan 10:30, og tey seinastu fóru avstað umleið klokkan 11:30.
##med8##
##med9##
Hóast krúnprinsurin ikki rann vegna ein diskusprolaps, so súkklaði hann rutuna og heilsaði upp á fólk á vegnum.
13 undirhaldsstøð vóru á rutuni. Millum annað var Bubu og Trøllapætur, Eyðun Nolsøe, Karl Martin Samuelsen, hornorkestrið og eitt lið við 40 taekwondo íðkarum, sum sýndi fram. Talan var um lítlar pallar á vegnum.
##med10##
Á málinum var ein stórur pallur, har Jonhard Larsen, Ragnhild Ellingsgaard og Hallur Holm greiddu frá og prátaðu við ymisk fólk.
KVF stroymdi frá tiltakinum.
Sí myndir frá Royal Run her.
##ms##