Fleiri enn 3.000 harur skotnar

Um vikuskiftið viðraði aftur til haruskjóting, og hetta sæst aftur á hagtølunum

 

 

Á Facebook-bólkinum, har haruskjúttar leggja hagtøl síni inn, sæst, at samlaði talið av skotnum harum í vetur nú er farið upp um 3.000.

 

Eyðfinn Magnussen, sum umsitur bólkin, skrivar, at samanteljingin nú vísir 3.009 harur, og at hesar eru skotnar á 218 túrum.

 

Tølini fyri einstøku hagapartarnar síggajst á yvirliti, sum Eyðfinn hevur lagt út á Facebook-bólkinum.