Seinnapartin í dag var skipað fyri árligu kvinnurenningini, sum byrjaði á Tórsbreyt klokkan 16.
Tað er blaðið Kvinna, sum á hvørjum ári skipar fyri kvinnurenningini saman við Bragdinum. Hesaferð høvdu yvir 1.500 kvinnur boðað frá luttøku.
– Hetta er 8. árið at skipað verður fyri Kvinnurenningini, og undirtøkan er, sum altíð, sera góð. Aftur í ár hava yvir 1500 kvinnur teknað seg, og tað ger Kvinnurenningina til størsta einstaka ítróttartiltakið í landinum, sigur Eydna Skaale, sum er blaðstjóri á Kvinnu.
Runnið varð í tveimum rutum – ein 5 km ruta, sum gongur Úti vi Strond, og ein 2,5 km ruta, sum gongur ígjøgnum viðarlundina. Renningin endaði niðri á Vaglinum.