Fleiri enn 21.000 havnarborgarar

Aldrin áður hevur fólkatalið í høvuðsstaðnum verið so høgt.

Tað hava aldrin áður búð so nógvir borgarar í Føroyum sum nú, so tað er ikki óvæntað, at talið av havnarborgarum heldur á við at vaksa.


Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at fólkatalið í Havnini fyri fyrstu ferð er hægri enn 21.000 borgarar. Heilt nágreiniliga búðu tað, sambært Hagstovu Føroya, 21.031 fólk í Tórshavnar kommunu 30. apríl 2017.
Tað er sambært Hagstovuni 42 prosent av øllum føroyingum.


Fólkavøksturin hetta seinasta árið hevur verið tvey prosent, og er tað serliga nettotilflytingin á 274 borgarum, ið er orsøkin til góðu gongdina. Burðaravlopið hetta tíðarskeiðið var 137.