Í minsta lagi 215 fólk eru dripin og umleið 300 eru særd í ísraelskum álopum í Gazageiranum seinasta samdøgrið.
Tað upplýsa palestinsku heilsumyndugleikarnir.
Sambært somu myndugleikum eru nú 26.637 palestinar deyðir og 65.387 særdir í ísraelskum álopum, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober.
Nøkur túsund eru eisini saknað, og stúrt verður fyri, at hesi liggja í leivdunum av bumbaðum bygningum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at harðir bardagar hava verið í dag millum ísraelskar herdeildir og deildir hjá Hamas.
Lagt verður aftrat, at bardagarnir serliga hava verið nærindis Amal-sjúkrahúsinum í Khan Younis, er størsti býurin har suðuri í Gazageiranum.










