Fleiri enn 20 ísraelsfólk deyð og yvir 500 særd í Hamas álopi

Forsætisráðharrin Netanyahu: Vit eru í í kríggi og Hamas vil gjalda prísin sum rørslan ongantíð áður hevur upplivað

Løgreglufólk hjálpa eini kvinnu, sum flýggjar við barni sínum á ørmunum, eftir at heim hennara í ísraelska býnum Ashkelon varð rakt av eini rakett úr Gaza. - Foto: Tsafrir Abayov/Ritzau Scanpix

Hernaðarligir palestina eru farnir í kríggj við Ísrael, sigur Benjamin Netanyahuy, forsætisráðharri í Ísrael.

Hann ávarar samstundis um, at tað verður eitt ógvusligt ísraelskt mótálop.

Netanyahy sigur, at Hamas-rørslan – eftir púra óvæntaða álopið á Ísrael í dag – »vil gjalda ein prís, sum hon ongantíð áður hevur sæð«, skriva ísraelskir miðlar.

Yvir 20 ísraelar eru deyðir, og heilsumálaráðið í Jerusalem segði á middegi í dag, at 545 fólk eru særd, skrivar Reuters.

Netanyahy er í hernaðarligu høvuðsstøðini í Tel Aviv, eftir at Hamas í morgun úr Gaza sendi fleiri túsund rakettir ímóti Ísrael og hevur lopið á fleiri býir í syðra partinum av Ísrael.

Islamska Hamas-rørslan, sum stýri Gaza, sigu, at tað frá palestinska økinum eru sendar 5000 rakettir ímóti Ísrael. Sambært talsmanni fyri ísraelska herin, eru skotnar 2500 rakettir.

– Vit eru í kríggi. Ikki í eini operatión ella venjing, men í kríggi, sigur Netanyahy.

Í minsta lagi 22 ísraelar eru deyðir í álopinum. Tað sigur ísraelska tíðindarásin N12, sum hevur upplýsingarnar frá ísraelsku sjúkrabilatænastuni.

Ísraelsk stríðsflogfør hava lopið á Gaza í morgun. Spreingingar hoyrast í Gaza og í Gaza býi.

– Tíggjutals stríðsflogfør hjá ísraelsku verjuni eru nú í ferð við at raka fleiri mál, sum hoyra til yvirgangsfelagsskapin Hamas í Gazageiranum, ljóðar frá ísraelska herinum nú um middagsleitið.

Fleiri hernaðarligir palistinar eru farnir inn í syðra partin av Ísrael, har boðað er frá bardøgum í fleiri býum. 

Um stóran part av Ísrael hava loftávaringarlúrarnir ýlt síðani tíðiliga í morgun.

Ein talsmaður fyri ísraelska herin sigur sambært Reuters, at tað millum annað eru bardagar við marknaliðið við Erez og við ísraelsku hernaðarstøðina í Zikim.

Kobi Shabtai, sum er ovast løgregluovasti í Ísrael, segði tíðliga í morgun, at Ísrael er í krígsstøðu.

– Vit eru undir ógvusligum álopi úr Gazagerianum. Tað eru í løtuni 21 harðir samanbrestir í syðra parti í Ísrael, upplýsir hann sambært blaðnum Haaretz.

BBC endurgav frásagnir um, at 35 ísraelar skuldu verið tiknir til fanga av Hamas inni í Ísrael. 

Ísraelski herurin sigur, at tíggjutúsundtals tiltaksherfólk eru tilkallað.

Umfatandi álopið frá Hamas kemur sum eitt sjokk fyri fleiri ísraelsfólk, skrivar blaðið Haaretz.

Ein talsmaður fyri herin sigur, at Hamas hevur sníkt fólk inn í syðra partin av Ísrael úr »luftini, av havinum og á landi«.

Mohammad Deif, hernaðarleiðarin í Hamas-rørsluni, hevur heitt á vápnaðar bólkar í Libanon um at taka lut í bardaganum ímóti Ísrael. Eitt álop, sum Hamas hevur doypt Operatión Al-Aqsa Flóðaldan.

– Hetta er dagurin fyri ein av størstu bardøgunum fyri at enda síðstu hersetingina á Jørðini, sigur hann í eini fráboðan í sjónvarpi.

Úr Evropa og USA koma samdar fordømingar av álopinum hjá Hamas.

/ritzau/

 

Løgreglufólk hjálpa eini kvinnu, sum flýggjar við barni sínum á ørmunum, eftir at heim hennara í ísraelska býnum Ashkelon varð rakt av eini rakett úr Gaza. - Foto: Tsafrir Abayov/Ritzau Scanpix