Portal.fo setti enn eitt nýtt met, tá hann hevði fleiri enn tvær milliónir sýndar síður í farnu viku. Fleiri og fleiri fólk vitja portalin. Í síðsta viku setti portalurin nýtt met, tá hann hevði næstan tvær milliónir sýndar síður.
Hesa vikuna vísir vevmátingarlistin, sum Gallup Føroyar umsitur, at portalurin enn einaferð hevur sett nýtt met, og fyri fyrstu ferð hevur hann fleiri enn tvær milliónir sýndar síður.
Á øðrum plássi á listanum er sportal.fo, meðan planet.fo er nummar trý.
Av øðrum miðlum eru uf.fo, dimma.fo, vikublad.fo og nordlysið.fo at finna millum tíggju tey fremstu.