Russar hava oyðilagt fleiri enn 1800 stovnar í Ukraina

- Barnagarðar, skúlar, hægri lærustovnar og aðrir útbúgvingarstovnar eru rakt av russiskum álopum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

Í dag hevur forsætisráðharrin í Portugál, Antonio Costa, vitjað í Kyiv, har hann hevði fund við Zelenskyj.

Síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar hevur russiski herurin oyðilagt fleiri enn 1800 størri og smærri lærustovnar í Ukraina.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

 

Í sínari dagligu video-talu segði hann, at neyva talið av oyðiløgdum stovnum kring um í landinum er 1.873.

 

- Avleiðingarnar eru ovurhonds stórar, legði hann aftrat, og tað er tiðindastovan CNN, sum ber hesi tíðindi.

 

Við í talinum, sum ukrainski forsetin vísir á, eru barnagarðar, skúlar, hægri lærustovnar og aðrir útbúgvingarstovnar, ið eru rakt av russiskum álopum.

 

Volodymyr Zelenskyj segði eisini í video-taluni, at Portugál hevur bjóðað sær at hjálpa til við at byggja upp aftur ukrainskar skúlar og barnagarðar.

 

Tað var á einari vitjan í Kyiv í dag, at forsætisráðharrin í Portugál, Antonio Costa, segði, at landið vil veita Ukraina hesa hjálp.

 

Tað upplýsir ukrainski forsetin eftir vitjanina í dag.

 

Sambært býráðnum í Tsjernihiv hevur býurin tilsamans 35 skúlar, men undirvísing er bert í sjey av teimum. Tað eru einans tríggir skúlar í býnum, sum higartil ikki eru raktir av russiskum rakettum.

 

##med2##

 

 

 

Í dag hevur forsætisráðharrin í Portugál, Antonio Costa, vitjað í Kyiv, har hann hevði fund við Zelenskyj.

Hesin skúlin liggur í Andiivka í Donetsk-regiónini og skal vera raktur av russiskum rakettum hin 18. mai.