Tey koma at hava úr at gera á Gjáargarði í komandi viku, tá ið eini 8.000 ferðafólk koma til landið at uppliva fullu sólarmyrkingina.
Øll kømurini á Gjáargarði vóru útseld longu fyri fimm árum síðani, og køkurin á gistingarhúsinum kemur at hava úr at gera.
Eirik Súni Danielsen, stjóri á Gjáargarði, sigur, at tey hava fingið ikki færri enn gott 1.000 frokost bíleggingar til í komandi viku, og enn fleiri hava bílagt kaffi og pannukøkur.
- So vit koma at hava úr at gera, men tað er bara stuttligt, sigur Eirik Súni Danielsen.