Fiskikappingin byrjaði klokkan 18 á Kósabrúnni og vardi ein tíma. Kappingin var bæði fyri børn í og undir skúlaaldri.
Nógv børn og foreldur fóru við tráðu, og fyrireikararnir siga, at millum 1000 og 1500 vóru við í kappingini.
Fiskikappingin var deild upp í fýra bólkar: Gentur undir fólkaskúlaaldur, dreingir undir fólkaskúlaaldur, gentur í fólkaskúlaaldri og dreingir í fólkaskúlaaldri.
Kappast varð um at fiska størsta fiskin.
Vinnararnir av fiskikappingini verða uppringdir, so skjótt úrslitið av kappingini er greitt, og fáa heiðursmerki. Vinningar verða handaðir á stóra pallinum í samband við stóra kaffiborðið, sum byrjar í morgin.
Vinnararnir í teimum ymisku bólkunum fáa gull, silvur, bronsumerkir, og atgongumerki frá Cirkus Baldoni, umframt annað gott.
Tann, ið hevur fiskað allarstørsta fiskin, verður útnevndur fiskikongur/fiskidrotning og fær ein serstakan vinning. Eisini fer umboð frá Havstovuni í stuttum at siga nøkur orð um vinnandi fiskin.
Sí myndir frá fiskikappingini her.
##ms##