Fleiri enn 100 lond stuðla óheftari koronakanning

Greiða skal fáast á, hvussu koronavirusið fann vegin til menniskju í óheftari kanning, halda fleiri lond í sambandi við ársfundin hjá WHO.

Fleiri enn 100 lond vilja hava eina óhefta kanning av altjóða koronahandfaringini.

Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Talan er millum annað um ES, Avstralia, afrikanska ST-bólkin við 54 londum og Bretland, sum vilja hava kanningina.

Boðini koma undan ársfundinum hjá Heimsheilsufelagsskapinum WHO, sum verður í dag og í morgin. Fundurin verður í eini virtuellari og styttari útgávu.

Í uppskoti til fundarsamtykt sendur sambært bretska blaðnum millum annað, at kanningin skal gerast skjótast gjørligt, og at talan skal vera um eina »líðandi tilgongd við óheftari og djúptøknari eftirmeting«.

Víðari stendur, at endamálið er at finna »ta zoonotisku kelduna til virusið, og hvussu tað kom til menniskjað, eisini um lutin hjá berarunum, eins og leiklutin, sum vísindalig og felags tiltøk hava havt«.

Kina verður sambært The Guardian ikki nevnt.

Roknað verður við atkvøðugreiðslu um uppskotið og um eina óhefta eftirmeting í morgin. Tað skrivar avstralska tíðindastovan AAP.

Ársfundurin, sum vanliga verður hildin í Genève, verður hesaferð styttur og á netinum.

Fundurin verður hildin, nú WHO neyvan áður hevur verið so nógv á mannamunni, og har meginleikarar sum USA hava verið sera atfinnandi og enntá hava tikið fíggjarligan stuðul til felagsskapin aftur.

Hetta er 73. ársfundurin hjá ST-felagsskapinum.

/ritzau/