Um ein góðan mánaða fara fleiri enn 100 føroyskir fjepparar hjá Manchester United á ferð til Old Trafford at hyggja at dystinum ímillum Manchester United og Arsenal.
Dysturin verður 3. november, og er hetta fyrstu ferð, at Robin van Persie skal spæla ímóti Arsenal.
Longu nú eru fleiri enn 100 pakkar av ferðini seldir, og ein av fyriskiparunum, Ebbe Kristinn Thomsen, boðar frá, at einans fá pláss eru eftir.











