Ein av kendu handilsfyritøkunum í Føroyum við stórum vøruúrvali og væl útbygdari tænastu er Blika. Fyritøkan varð stovnað sum ein heilsøla í 1992 av Jákupi Jacobsen og Beinir Kristiansen og fekk navnið JB Trade. Byrjað varð í Jónas Broncksgøtu, og síðan varð flutt í leigaði hølir í Akranesgøtu 3. Seinni var flutt í egnan bygning í Akranesgøtu 9, har fyritøkan húsast á 500 fermetrum við goymslu, móttøku, handilshøli og stórari framsýning av innbúgvi.
Frá byrjan av hevði fyritøkan fleiri ymisk umboð upp á t.d. vaskievni og pappír og aðrar nýtsluvørur. Í 2002 skifti fyritøkan navn til Blika, og í 2005 keypti dansk/grønlendska fyritøkan Arctic Import seg inn í fyritøkuna.
Vøruúrvalið hjá Blika er rættiliga umfatandi. Fyritøkan selur innbúgv og aðra útgerð til skúlar, arkitektar og kommunur, sum verður nýtt til t.d. innrætting av stovnum og skrivstovum. Eisini útgerð og allar nýtsluvørur til eldraøkið, sjúkrahús, kommunulæknar, tannlæknar v.m. Til barnaansingarøkið hevur Blika eisini eina umfatandi vøruskrá.
Blika hevur, saman við góðum veitarum, ment seg sera nógv innan virkisreinføri, smáverutøkni, reinføriseftirlit og vaskiskipanir og er í dag at rokna sum ein av fremstu veitarum á hesum øki.
Blika umboðar nógv kend merki sum t.d. Katrin, Nilfisk, Abena, Electrolux, Novadan, Kansas, Plum, Kompan, Leika, AV Form, Wencon, DIT International, Pro Ren, Vikan, Micro System,
Food Des, Lyreco og Hejco – fyri bert at nevna nøkur
Í fjør fekk Blika eisini umboð upp á Berner, sum er ein av størstu handilsfyritøkum í Evropa við fleiri enn 5.000 søluráðgevum í 20 londum. Í hesum sambandi eru tveir søluráðgevar settir í starv, sum selja til bilvinnuna, smiðjur og byggivinnuna. Berner, sum hevur verið umboðað í Føroyum í yvir 30 ár, er kent fyri høga góðsku og kappingarførar prísir. Blika umboðar langt yvir hundrað túsund ymisk sløg av vørum.
Vit royna altíð at betra um tænastuna til kundan, so hann fær røttu vøruna á rætt stað til rætta tíð, sigur Beinir Kristiansen stjóri á Blika.










