Fleiri enn 10.000 el-bilar í Noregi

Í januar í ár vórðu 337 bilar við el-motori seldi í Noregi. Tað eru 31% fleiri enn sama mánað í fjør.

Hagtøl vísa, at tilsamans 2,9% av seldum bilum í Noregi í januar, eru bilar við el-motori.

92 av el-bilunum seldir í januar vóru vørubilar, og her vísa hagtøl, at marknaðarparturin er 3,3% av øllum seldum vørubilum.

Út við helmingurin av øllum el-bilum í Noregi eru skrásettir í Oslo og Akereshus, har slíkir sleppa undan ávísum avgjøldum, sum eitt nú bummgjøldum.

El-bilar eru vorðnir ein meiri vanligur partur av bilaferðsluni í Noregi, og hildið verður, at tað er el-bilapolitikkurin, sum virkar eftir ætlan.

Onga aðrastaðni í heiminum verða fleiri el-bilar seldir fyri hvønn íbúgva enn í Noregi.