Óhappið sá so álvarsamt út, at vandi var fyri, at fleiri av súkklarunum máttu gevast í Tour de France. Millum teir, sum vóru við í óhappinum, var eisini førarin í kappingini, Fabian Cancellara, sum súkklar fyri danska, Team CSC-liðið. Tá ið súkklararnir komu á mál vísti tað seg tó, at teir flestu hævdu verið hepnir í óhappinum, men ein súkklari mátti tó gevast við einum brotnum tummilfingri. Tað var Tomas Vaitkus frá Team Discovery Channel.