Nýtslan av einnýtisíløtum er vaksin, síðan Umhvørvisstovan byrjaði at gera hagtøl í 2008. Uppgerðin fyri 2017 vísir, at gongdin er tann sama sum áður, sambært stovninum.
- Fleiri einnýtisíløt verða innflutt enn áður, og tann parturin, sum verður latin inn aftur, er støðugur. Returprosentið í 2017 var 88 %. Tað merkir, at nærum níggju av tíggju einnýtisíløtum vórðu latin inn aftur í 2017.
Býtið millum ymsu sløgini vísir, at nógv mest verður nýtt av metali og plasti. Hesi liggja á nøkulunda sama støði, meðan nýtslan av glasi einans er ein lítil partur av samlaðu tølunum. Tó sæst eisini ein vøkstur av nýtsluni av einnýtisíløtum úr glasi.
Nýtslan av einnýtisíløtum nærkast nú 10 mió. íløtum um árið.
Søla av einnýtisíløtum í Føroyum, 2008-2017 (Hagtøl: Umhvørvisstovan)
Tað sæst, at sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007 tá tey fyrstu loyvini til at selja, framleiða og innflyta einnýtisíløt vórðu givin. Hóast sølan er økt nógv, hava tað í nógv ár verið lutfalsliga fleiri íløt, sum eru latin inn aftur á hvørjum ári (pant).
Metall | Plast | Glas | Íalt | |
---|---|---|---|---|
2008 | 1.129.975 | 815.342 | 634.408 | 2.170.725 |
2009 | 1.351.546 | 2.228.340 | 83.192 | 3.663.078 |
2010 | 2.015.415 | 2.711.466 | 178.947 | 4.905.828 |
2011 | 2.378.576 | 3.873.518 | 317.628 | 6.569.722 |
2012 | 3.404.886 | 3.841.983 | 361.437 | 7.608.306 |
2013 | 3.326.284 | 3.726.234 | 345.588 | 7.398.106 |
2014 | 4.059.780 | 5.041.751 | 206.225 | 9.307.756 |
2015 | 4.251.509 | 4.288.974 | 187.699 | 8.728.182 |
2016 | 4.303.047 | 4.583.133 | 254.626 | 9.140.806 |
2017 | 4.858.700 | 4.790.050 | 296.417 | 9.945.167 |