Løgreglan í Havn hevur um vikuskiftið havt úr at gera við fólkum, sum hava verið ov drukkin. M.a. lá ein maður og svav á Áarvegnum, uttanfyri Cleopatra.
Eisini fekk løgreglan eina fráboðan um ein ungan mann, sum hevði lagt seg á Kongabrúnna at sova. Løgreglan kom á staðið og vakti mannin, sum tó bert hevði lagt seg at sova, ímeðan hann bíðaði eftir bussinum. Hann hevði verið í Havn í býnum, og skuldi norðeftir aftur við fyrsta túrinum hjá Bygdaleiðum. Men tað var vorðið nakað linligt at bíða, so ungi maðurin fekk sær bara ein lúr.
Annars hevur løgreglan koyrt fleiri drukkin fólk til hús og inn á støðina at sova rúsin út.