Dálking og heilsa
Niðurstøðan hjá granskarunum, sum hava kannað luftdálkingina í teimum 26 býunum, er, at tað ber til at bjarga fleiri túsund mannalívum um árið, verða tiltøk sett í verk fyri at gera luftina reinari.
Granskararnir siga, at sjálvt um myndugleikarnir nógvastaðni hava lagt størri dent á umhvørvið tey seinnu árini, er luftdálkingin ein ovurstórur heilsuvandi og beinleiðis orsøkin til, at fleiri túsund fólk doyggja ov tíðliga á hvørjum ári.
Evropanevndin hevur sett sær fyri at avmarka luftdálkingina í býunum, og granskararnir siga, at ber tað til at røkka tí máli, sun nevndin hevur sett sær, fer tað at bjarga 2.553 mannalívum um árið. Men granskararnir leggja afturat, at verður luftdálkingin skerd til eina helvt av tí, sum Evropanevndin ætlar, fer tað at bjarga 11.855 mannalívum árliga.
Granskararnir siga í sínari niðurstøðu, at luftdálkingin krevur fýra ferðir fleiri mannalív enn AIDS um árið og hálva aðru ferð fleiri mannalív enn ferðsluvanlukkurnar.
Teir 26 evropeisku býirnir, sum vórðu kannaðir, eru í Bretlandi, Fraklandi, Italia, Spania, Pólandi, Ungarn, Grikkalandi, Rumenia, Írlandi, Slovenia, Ísrael og Svøríki. Teir svensku býirnir í kaningini vóru Stockholm og Gøteborg.









