Fleiri donsk ferðafólk til Føroya

14 sølufólk frá DSB Rejsebureau í Danmark eru í hesum døgum í Føroyum at kunna seg um oyggjarnar. Hetta er gjørt í samband við, at tey eru farin í gongd við at selja Føroyar sum ferðamannaland á danska marknaðinum.

Saman við GreenGate Incoming og Atlantsflog hava tey sett stór sølu- og marknaðarátøk í verk á heimamarknaðinum fyri at seta Føroyar meira í fokus millum danir.

Ferðin hjá teimum hevur til endamáls at menna vitanina um Føroyar, soleiðis at sølufólkini hjá DSB standa sterkari, tá danir spyrja seg fyri um ferðir til Føroya.

DSB Rejsebureau hevur tilsamans 15 ferðaskrivstovur í Danmark.

Myndin er tikin uttan fyri Gjáargarð, har umboðini fyri DSB, GreenGate og Ferðaráð Føroya ótu eina góða máltíð saman.