Næsta ár verður tað forboðið at roykja í øllum arbeiðsplássum í Norðurjyllandi í Danmark. Hetta verður galdandi bæði innan- og uttandura.
Tað hevur regiónsráðið í Norðurjyllandi tikið avgerð um seinnapartin í dag, sambært Nordjyske.
Tað hevur annars higartil verið forboðið at roykja á matriklunum - um mann skal fáa sær ein guv, skal mann heilt út um matrikkulin. Men aftaná nýggjárið mugu starvsfólkini yvirhøvur ikki roykja, meðan tey eru til arbeiðis. Roykiforboðið er eisini galdandi, um mann arbeiðir heimanífrá. Tað eru serligar ásetingar galdandi um, hvussu júst hetta heimaforboðið verður skipað í praksis.
Forboðið kemur tó ikki at vera galdandi fyri teir politikararnar í regiónsøkinum, men hetta er eftir øllum at døma á veg, sambært TV2.
Tað er ikki bara í Norðurjyllandi, at arbeiðspláss verða roykfrí. Áhugafelagið Danske Regioner segði fyrr í ár, at ynskið hjá teimum er eitt totalforboð fyri royking í arbeiðstíðini í øllum Danmark.
Í 2020 verður eisini forboðið at roykja í arbeiðstíðini í høvuðsstaðarøkinum, og fleiri aðrar kommunur hava eisini gjørt seg roykfríar: Randers, Rebild, Holstebro, Svendborg, Mariagerfjord, Viborg, Nordfyns, Ishøj og Brøndby. Komandi ár verða eftir ætlan enn fleiri kommunur roykfríar.