Fleiri deyð í hópdrápi í Florida

Ein maður hevur skotið ímóti eini netcafé, har nógv fólk vóru til eina spælikapping. Av skrivstovuni hjá sjeriffinum verður sagt, at fleiri eru deyð

Ein maður hevur skotið ímóti eini netcafé, har nógv fólk vóru til eina spælikapping. Av skrivstovuni hjá sjeriffinum verður sagt, at fleiri eru deyð.

 

Fleiri fólk eru deyð av skotum undir eini e-ítróttarkapping í eini handilsmiðstøð í Jacksonville í Florida. Tað upplýsir løgrreglan á staðnum. 

 

– Fleiri eru deyð á staðnum, og nógv eru førd burtur, skrivar løgreglan á Twitter.

 

Keldur í løgregluni siga við NBC News, at fýra fólk eru deyð og 11 eru særd. Talið er ikki alment váttað.

 

Maðurin, sum verður hildin at hava skotið, er deyður. Tað er ógreitt, um tann deyði er ein av teimum fýra, sum løgreglan sigur eru dripin.

 

Stutt frammanundan hevði løgreglan ávarað fólk ímóti at koma nærindis handilsmiðstøðinií Jacksonville Landing.

 

– Hópskottilburður við Jacksonville Landing. Haldið tykkum burtur frá økinum. Umráðið er ikki trygt enn. Haldið tykkum burtur, skrivar Jacksonville løgreglan á Twitter.

 

Skottilburðurin er á eini netcafé, har fólk eru savnað fyri at spæla telduspælið »Madden«.

 

Sambært NBC News hava fleiri av luttakarunum í e-spælinum skrivað á Twitter, at ein maðurin kom inn og fór at skjóta.

 

Kappingin var stroymd á netinum. Á stroymingini hoyrast skot og skríggj og skot, og fólk síggjast hvøkka við og so staðgar sendingin.

 

Netcaféin er in partur av handilsmiðstøðini í Jackson ville Landing.

 

Serdeildir hjá løgregluni eru nú í ferð við at kanna miðstøðina, har nógv fólk fjaldu seg, tá tey hoyrdu skot.

 

– Vit biðja tykkum halda tykkum friðarlig og vera har, ið tit fjala tykkum. Serdeildirnar eru í ferð við at gjøgnumganga The Landing. Vit koma til tykkar. Latið verið við at koma rennandi út, ávarar løgreglan á Twitter.

 

Tal búgva umleið 800.000 fólk í Jacksonville.

 

/ritzau/