Høvuðsstaðurin í borgarkrígsherjaða Sýria, Damaskus, er raktur av eini sjálvmorðsbumbu í morgun, skrivar Reuters.
Ein sjálvmorðsbumba hevur í morgun rakt sýriska høvuðsstaðin Damaskus. Fleiri eru deyð. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Stjórnin í landinum hevur ræðið í høvuðsstaðnum.
Samæbrt Reuters er talan um tríggar bilbumbur í høvuðsstaðnum. Bumbumaðurin sat í einum av bilunum, og tann bumban brast. Hinar vórðu avmonteraðar.
Bumban skal vera brostin á Tahrir-plássinum í miðbýnum í Damaskus.
Sýria hevur í fleiri ár verið herjað av borgarkríggi millum ríkisleiðaran Bashar al-Assad og fleiri bólkar, sum vilja hava stýrið frá.
Ósemjan ber brá av ósemju millum landspartarnar, har fleiri lond eisini eru uppií og stuðla ymsum pørtum í stríðnum.
Fleiri milliónir fólk eru flýggja úr Sýria, og fleiri hundraðtúsund eru dripin í áralanga borgarakrígnum.
/ritzau/