Fleiri deyð av bumbum í Teilandi

Herurin í Teilandi sigur, at í minsta lagi sjey fólk lótu lív, og at umleið 70 vórðu særd, tá tríggjar bumbur brustu har suðuri í landinum í morgun. Sagt verður, at ein av bumbunum lá í einum bili, og at hinar báðar vóru festar upp á motorsúklur. Allar tríggjar brustu um somu tíð í miðbýnum í býnum Yala.

Aðrar keldur siga, at ein bumbuspreinging hevur eisini verið í Mae Lan-landspartinum, sum eisini er har suðuri í landinum.

Tey seinastu átta árini hava muslimskir uppreistrarmenn gjørt um seg har suðuri í Teilandi, har meginparturin av fólkinum eru muslimar. Skotbardagar eru dagliga millum uppreistrarmenn og herin, og fleiri túsund fólk hava latið lív hesi árini.

Herleiðslan sigur, at hon hevur sent fleiri hermenn til tann ófriðarliga partin av landinum.