Minst fimm fólk doyðu í einari harðari bumbuspreinging í libanska høvuðsstaðnum í morgun Bumban brast í tí kristna partinum av Beirut. Myndugleikarnir siga, at bumban var ætlað generalinum Francois El Haj, og hon kostaði generalinum og minst fýra øðrum monnum lívið.
Trygdarkeldur siga, at nógv fólk vórðu særd av bumbuni.
Viðurskiftini í Libanon hava verið spent síðani tann 24. oktobur, tá valskeiðið hjá undanfarna forsetanum rann út. Síðani eru fleiri royndir gjørdar at velja annan forseta, men higartil uttan úrslit.










