Fleiri danskir leikarar á veg til Føroya

Frank Skytte heldur, at danskir fótbóltsleikarar eru kræsnir og spiltir, men teir fara at vakna við kaldan dreym, og kanna sær møguleikan fyri at spæla í Føroyum

HB-venjarin, Frank Skytte, er ikki í iva um, at innan ikki ov langa tíð fara danskir fótbóltsleikarar at vakna við kaldan dreym. HB-venjarin hevur verið í Danmark í vetur, og hansara fatan er, at danskir leikarar slettis hava ikki skilt støðuna á fótbóltsmarknaðinum í løtuni.

Tað er ein sannroynd, at fíggjarviðurskiftini hjá flestu feløgum í Evropa ikki eru av teimum bestu, og tað hevur havt við sær at nógvir fótbóltsspælarar ganga arbeiðsleysir. Hetta er eisini støðan í Danmark, og tí skilir Frank Skytte ikki danskar fótbóltsspælarar. HB-venjarin heldur at danskir spælarar eru kræsnir og spiltir, men teir fara at vakna við kaldan dreym.

-Eg skilji ikki at arbeiðsleysu leikararnir ikki kanna støðuna at koma til Føroya at spæla. Teir fáa eitt arbeiðið, høvi at royna nakað nýtt og møguliga luttøku í evropeiskum fótbólti, sigur Frank Skytte opinskáraður

Frank Skytte vísir góðu úrslitini við Ulrik Balling, Nocko Jokovic og Anders Nygaard í fjør, og væntar at fleiri danir vera at síggja í føroyskum fótbólti í framtíðini.

- Støðan bara versnar á fótbóltsmarknaðinum, og fleiri og fleiri leikarar gerast arbeiðsleysir, og tí vænti eg, at fleiri danskar fótbóltsleikarar fara at royna í føroysku kappingini, um ikki eftir summarsteðgin í ár, so komandi kappingarár, sigur Frank Skytte at enda.

Nógvir leigu sáttmálar
Ringa fíggjarstøðan hjá feløgum kring Evropa hevur havt við sær, at feløgini eru sera varin við at gera sáttmálar við leikarar, ið tey ikki kenna nóg væl.

Rákið seinasta árið vísir, at fleiri og fleiri leigusáttmálar vera gjørdir, har feløgini royna leikararnar í eitt hálvt ár, fyri síðani at hava møguleikan fyri at keypa leikaran. Dømi um hesa mannagongd hava vit í eitt nú okkara egna Jón Róa Jacobsen, sum hevur skrivað leigusáttmála við donsku meistarafelagið Brøndby til í summar.