Í gjár doyði ein danskur hermaður av einari jaðarabumbu í Afghanistan, og í dag vórðu fýra danskir hermenn særdir av einari spreinging. Danska herleiðslan sigur, at teir særdu hermenninir vórðu alt fyri eit fluttir við tyrlu til eitt hernaðarsjúkrahús í Camp Bastian.
Eingin av hermonnunum er í lívsvanda.
Danski hermaðurin, sum doyði í gjár, var 23 ára gamal, og nú hevur Danmark mist 29 hermenn í Afghanistan síðani 2006.