Seinasta mánaðin eru fleiri danir vorðnir smittaðir við tuberklum, ið er ein sjúka, sum uttan viðgerð kann gerast hættislig. Nú er so aftur ein persónur raktur av smittuni, og hesaferð er tað eitt vøggustovubarn í Viborg.
Tað veit Stýrið fyri Sjúklingatrygd at siga í tíðindaskrivi. Øll, sum hava verið í samband við barnið seinastu tíðina, verða biðin um at koma til kanningar, og millum hesi eru eisini børnini í vøggustovuni, har smittaða barnið gekk.
Yvirlæknin og deildarleiðarin í Stýrinum fyri Sjúklingatrygd, Anne Hempel-Jørgensen, sigur, at tá fólk verða boðsend til kanningar fyri møguliga smittu, er tað ógvuliga umráðandi, at tey taka av, lata seg kanna og koma í viðgerð, um tey eru smittað.
Hvørt ár verða staðfestir umleið 300 tilburðir av tuberklasjúku í Danmark. So seint, sum hin 21. januar í ár, vórðu tuberklar staðfestir hjá 18 sjúklingum á Aalborg Universitetssjúkrahúsi, men her var sjúkan tó ikki í útbroti.
Tað letur seg væl gera at vera at vera smittað/-ur við tuberklum uttan sjálvi at menna sjúkuna. Tuberklar kunnu bara smitta, um fólk hava sjúkutekin, og sjúkan verður viðgjørd við heilivági.