Fleiri dagstovnapláss í Eysturkommunu

Talið av barnafamiljum og tørvurin á barnaansingarplássum í Eysturkommunu eru veksandi.

Talið av barnafamiljum og tørvurin á barnaansingarplássum í Eysturkommunu er veksandi. Tí er avgerð tikin um, at dagstovnurin Brúsi í Leirvík skal byggjast út fyri 3 miljónir krónur.

 

- Vit hava heintað inn tilboð til arbeiðið og samtyktu á seinasta býráðsfundi at taka av lægsta tilboðnum frá Sp/f Jóhan Heinesen á 2,3 miljónir krónur fyri jørð-, betong-, timbur-, gólv- og málaraarbeiði.

 

Tað vita tey í Eysturkommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at ætlanin er at byggja eina stovu aftrat, sum stendur leys frá verandi bygningi.

 

- Stovnurin er normeraður til 84 børn við eini miðstovu, ið varð ætlað at vera frírúm. Men, til tíðir eru heilt upp ímóti 100 børnum á stovninum, og tá hevur verið neyðugt at brúka miðstovuna eisini.

 

Eftir ætlan verður útbyggingin liðug í vár.

 

- Áhugin fyri at búgva í Eysturkommunu er stórur. Vit hava í løtuni umleið 40 seld grundstykkir og eini 150 fólk á bíðilista.

 

Í Eysturkommunu vilja tey tí framtíðartryggja seg, so kommunan megnar at nøkta veksandi tørvin á barnaansingarplássum.

 

- Ætlanin er eisini at byggja nýggjan dagstovn við Gøtugjógv, ið kemur at rúma 100 børnum. Verandi stovnur - Gjái - hevur pláss til 56 børn.

 

At enda verður sagt, at ein arkitektakapping er í gongd, og væntandi koma uppskotini til nýggja dagstovnin við Gøtugjógv inn seinni í heyst.