Fleiri charter-túrar í væntu

- Vit vænta at økja charter-virksemi okkara út úr Danmark og suðureftir rættiliga nógv í komandi tíðum, sigur stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge við ferðavinnublaðið Stand By.

Hann upplýsir fyri blaðnum, at charter-ferðslan hevur gingið væl hesa seinastu sesongina, og at felagið hevur ein hóp av væl nøgdum kundum innan donsku ferðavinnuna.
- Vit hava roynt tað áður, men nú hava vit av sonnum testað førleika okkara á hesum marknaði. Og tað vísir seg at vit kunnu vera við, sigur Magni.
Fyrr vóru charter-túrarnir samantvinnaðir við Føroya-flúgvingina, men nú verður hetta gjørt við einum charter-flogfari, sum fer at hava høvuðsstøð sína í Keypmannahavn.
Atlantsflog kann eisini vísa á nógvan flutning av ferðafólkum millum Hetland og London, - í roynd og veru hava nógvar av ferðunum verið útseldar.
- So her ætla vit at økja um títtleikan av ferðum, sigur Magni Arge við blaðið.