Fleiri bygdir skolaðar burtur

Gloprarregn har suðuri í Pakistan hevði við sær, at ein byrging skrædnaði. Fleiri bygdir eru skolaðar burtur

Áhaldandi gloprarregn í pakistanska landspartinum Baluchistan gjørdi, at Shadikor-byrgingin skrædnaði. Myndugleikarnir siga, at minst tjúgu fólk eru druknað, men teir bera ótta fyri, at talið er størri, tí umleið 700 fólk búðu í bygdunum, sum vórðu skolaðar burtur, tá byrgingin skrædnaði.

-Bygdirnar eru heilt einfalt strikaðar av kortinum, segði ein talsmaður hjá myndugleikunum í gjár.

Umleið 1.200 fólk eru flutt burtur, og í gjár sendi stjórnin hermenn at hjálpa bjargingarliðunum.

Yvirhøvur hevur veðrið verið ringt í Pakistan ta seinastu vikuna við nógvum vindi, gloprarregni og vátakava. Meiri enn hundrað fólk eru deyð, og nógvastaðni eru vegirnir ímillum teir stóru býirnar skolaðir burtur. Nógvar brýr eru eisini farnar.

Pakistonsku veðurmenninir siga, at illveðrið er tað ringasta seinastu sjey árini.