Fleiri bygdir lagdar í oyði

73 hava latið lív og hundraðtals onnur eru innløgd. Mong eru enn ikki afturíafturkomin eftir jarðskjálvtan í Italia í nátt

Italskir myndugleikar siga, at higartil hava 73 fólk latið lív av jarðskjálvtanum, sum rakti Italia í nátt.

 

Tað var um hálvgum fýra tíðina í nátt, italska tíð, at ein jarðskjálvti, máldur til 6.2 á richterskalanum rakti nærindis Perugia í mið-Italia. Tað er okkurt um 100 kilometrar í ein landnyrðing úr Róm.

 

Serliga illa raktir vóru søguligu býirnir Amatrice og Accumoli. Í Amatrice sigur borgarstjórin, at okkurt um tríggir fjórðingar av øllum bygningunum eru skaddir av jarðskjálvtanum, nógvir teirra lagdir í oyði. Í Acculomi sigur borgarstjórin, at einki hús eru egnaði at búgva í longur, og at alt bygdafólkið má sova í teltum í nátt. Støðan er hin sama í Pescara del Tronto.

 

Higartil eru 73 fólk deyð, meðan fleiri hundrað eru innløgd, 153 bara á sjúkrahúsinum í Lazio-økinum. Enn liggja nógv føst undir leivdunum av bygningunum og eru enn ikki afturíaftur komin.

 

So seint sum í 2009 lótu yvir 200 fólk lív í einum jarðskjálvta, sum rakti l'Aquila, skamt haðani. Í 2012 lótu 20 fólk lív, tá tveir jarðskjálvtar upp á níggju dagar skelkaði Italia.

 

Økið er eitt fjallaøki og tað hevur gjørt bjargingararbeiði eyka torført, at mangir av vegunum eisini hava fingið skaða.