Í morgun hava bumbuspreingingar verið í fýra býum í Irak, og higartil hava myndugleikarnir fingið boð um, at talið á deyðum er ímillum 23 og 29, og at umleið 100 fólk eru særd.
Bumburnar brustu í Bagdad, Hilla, Kerbala og í oljubýnum Kirkuk har norðuri í landinum. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at níggju eru deyð í Kerbala og seks í Kirkuk, og at næstan 70 eru særd í teimum báðum býunum.
Í gjár vóru níggju ár síðani innrásina í Irak, og eygleiðarar halda, at bumburnar hava samband við dagin. Men bumburøðin kann eisini vera ein ávaring undan toppfundinum hjá Arabisku Samgongun, sum verður í Bagdad í næstu viku, og sum er tann fyrsti har síðani iraksku innrásina í Kuwait í 1990.










