Føroyar hava byrjað við júst teimum somu leikarunum í báðum dystunum í HM-undankappingini higartil.
Men í dag hava Sonni Larsen og Dia Midjord rist í posanum, og har verða fleiri broytingar frá byrjan.
Sonni Larsen sigur við in.fo, at tað er ein greið ætlan at fáa Hilmar Leon Jakobsen í spæl á vinstra bakki. Hann hóskar sera væl ímóti mótstøðuni í dag, sigur venjarin í stuttari viðmerking.
Eisini fáaLeivur Mortensen og Teis Horn Rasmussen álit.
Føroyska byrjanaruppstillingin í verjustøðu úr vinstru:
Málverji: Nicholas Satchwell
Leivur Mortensen, Hilmar Leon Jakobsen, Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð, Teis Horn Rasmussen, Nicklas Selvig.
Í álopinum koma Jónas Gunnarsson Djurhuus og Kjartan Johansen inn fyri ávikavist Rók Akralíð og Teis Horn Rasmussenm