Føroyska U21-landsliðið skal 7. oktober spæla móti Norðurmakedónia í Klaksvík, og 12. oktober móti Ukraina á útivølli. Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið hópin til dystin.
Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannesen eru við aftur, eftir at teir góvu avboð til seinastu dystirnar. U21-landsliðið skal eisini hava nýggjan málverja, tí Bárður á Reynatrøð er skaddur og fær ikki spælt. Hann hevur verið fyrstaval.
Nýggir í hópinum eru málverjin Ari Petersen úr 07 Vestur og miðvallarin Ragnar Skála úr AB. Her er eisini afturval til Áka Johannesen úr B68, sum upprunaliga ikki var við í landsliðshópinum seinast.
Hópurin:
Málverjar:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Petersen, 07 Vestur
Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Águilas (Spania)
Aleksandur Ólavsson Jensen, B68
Áki Johannesen, B68
Børge Petersen, KÍ
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Miðvallarar:
Andrass Johansen, B36
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Heini Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Ragnar Skála, AB
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Áki Samuelsen, HB
Áleyparar:
Jonn Johannessen, KÍ
Steffan Løkin, B68