Fleiri bretar velja sjálvstýri

Bretski sjálvstýrisflokkurin, sum millum annað hevur sum mál at taka Bretland úr ES, hevur havt góðan byr í seinastuni

Ein nýggj meiningakanning hjá blaðnum Observer vísir, at 13 prosent av veljarunum styðjaa flokkin, sum millum manna verður róptur Ukip, men sum formliga eitur The United Kingdom Independence Party.

Observer skrivar, at Ukip fær trý prosentstig meiri nú enn í seinastu kanning.

Eygleiðarar í London siga, at tað eru misnøgdir veljarar hjá tí konservativa stjórnarflokkinum, sum fara yvir til The United Kingdom Independence Party, og at hetta hevur vundið upp á seg orsakað av fíggjar- og skuldarkreppuni í fleiri ES-londum.

Observer-kanningin gevur konservativa flokkinum 29 prosent, arbeiðaraflokkinum 38 prosent og liberaldemokratunum 9 prosent.