Fleiri brúktir lastbilar

Líka nógv brúkt akfør komu til landið fyrstu fýra mánaðirnar í ár sum frá januar til apríl í fjør

Frá januar til apríl í ár blivu 63 brúkt akfør innflutt úr øðrum londum til Føroya, og tað er akkurát tað sama sum fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, vísa nýggj hagtøl frá Akstovuni.

Hinvegin er munur á, hvat fyri slag av brúktum akførum, talan er um, og serliga sæst munur á bólkinum brúktir lastbilar. Har eru 22 innfluttir í ár, samanborið við átta í fjør.

Hinvegin komu fimm brúktir bussar í fjør, men eingin í ár, eins og fýra ellismotorsúkklur komu fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, men eingin í ár. Frá januar til apríl í fjør komu sjey brúktir kampingvognar til landið, men har er so bar ein komin higartil í ár.

Í aðrar mátar er talan bara um smávegis broytingar í tølunum, og eitt nú var talið á persónbilum frá januar til apríl í ár 21, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 19.

Um bara verður hugt at tølunum fyri apríl í ár og apríl í fjør, so vóru tvær ferðir so nógv brúkt akfør innflutt í fjør, 24, ímóti 12 í ár.