Í farnu viku fekk løgreglan ein svartalista frá Akstovuni og tað hava teire fyrstu bileigararnir nú merkt sviðan av. Hetta var ein listi við yvir 400 bilum, har eigarin ikki hevði goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Og tá ið vegskatturin ikki er goldin, fær løgreglan boð um at taka pláturnar av bilunum.
Og í farnu viku fekk løgreglan ein lista við 436 bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár, og nú er løgreglan so í ferð við at arbeiða seg ígjøgnum listan.
Bara í nátt hevur løgreglan tikið nummarpláturnar av 14 bilum í miðstaðarøkinum, men hesa næstu tíðina verða tað fleiri bilar, sum missa pláturnar, til tey eru komin ígjøgnum allan listan. Nummarplátur verða eisini tiknar av bilum, har eigarin ikki hevur goldið trygging, ella er møttur til sýn við bilinum.
Løgreglan sigur, at rinda bileigarar rokningina, verður bilurin tikinav listanum og so er eingin vandi fyri at missa pláturnar.