Fleiri bilførarar fingu bót og klipp í gjár

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar fleiri staðni í gjár

Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg í ferðsluni og í hesum sambandi vórðu ferðslukanningar gjørdar bæði í Klaksvík og fleiri staðni í Eysturoy. Løgreglan sigur, at úrslitið var, at fleiri bilførarar hava fingið bót fyri ymisk lógarbrot.

 

Onkrir bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt og fleiri bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80. Men nakrir bilførarar fingu eisini bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu, á onkrum bili vóru perur brostnar, í onkrum føri sótu fólk ikki í trygdarbelti og onkur bilførari hevði ikki koyrikortið uppi á sær.