Fleiri bilførarar fingið bót og klipp

Løgreglan framvegis fram á bilførarar, sum hava børn í bilinum, uttan at seta tey í trygdarbelti

– Tað er ikki dagur, at bilførarar ikki fáa bót, ella klipp, ella missa koyrikortið, tí teir halda ikki ferðslureglurnar.

 

Tað ásannar tey á løgreglustøðini í Havn.

 

Og dagurin í gjár var einki undantak, tí tá varð ferðsluvarðferðin hjá løgregluni á rundferð ymsastaðni og tað var ikki til fánýtis.

 

Løgreglan sigur, at fleiri bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt, men so var tað eisini ein, sum koyrid 76 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50, so tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.

 

Somuleiðis vóru tað fleiri bilførarar, sum fingu bót, tí at teir ikki sótu í trygdarbelti. Og løgreglan sigur, at tað vóru eisini nakrir bilførarar, sum vórðu tiknir, tí at teir høvdu børn í bilinum, uttan at seta tey í trygdarbelti.

 

Er talan um børn undir 15 ár, sum sita í bili, uttan at sita í trygdarbelti, kostar tað bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.