Fleiri bilar verða kanska bíligari at keypa

Tað fer Løgtingið nú at siga sína meining um

Nú verða kanska enn fleiri bilar bíligari at keypa, enn teir hava verið. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at elbilar skulu sleppa undna avgjøldum í tvey ár afturat.

 

Hetta er ein roynd at eggja t fólki til at keypa sær elbil. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt uppskotið til vigerðar, og tey eru samd um at taka undir við tí. 

 

Men meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, siga, at í roynd og veru eru tað brúkararnir, sum ganga undan og eru frammanfyri orkuframleiðararnar. Tað, teir sipa til, er, at nýtslan av elorku økist alsamt, men tað er ikki nokk av grønari orku til, og sostatt veksur nýtslan av olju

 

– Elbilar fáa sína orku frá SEV, men tá ið SEV brúkar meiri olju nú enn nakrantíð at gera streym við, merkir tað, at hvørja ferð, ein føroyingur keypir sær ein elbil, má SEV brúka meiri olju, staðfesta teir.

 

Tí undrast teir fýra í meirilutanum í íggjarnevndini á, at  hybridbilar ikki eisini verða avgjaldsfríir. Hybridbilar hava tveir motorar, ein elmotor, og ein bensinmotor. Hybridbilar gera streym til elmotorin ímeðan teir koyra og teir brúka sostatt ikki streym frá SEV. Teir koyra ein stóran part av tíðini við elorku, og sostatt eru hybridbilar grønari enn elbilar, so leingi SEV brúkar so nógva olju.

 

Og tí heita teir á Kristinu Háfoss um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hybridbilar eisini skulu sleppa undan avgjaldi.

 

Seinast Løgtingið umrøddi málið, førdi Kristina Háfss fram, at einir 20 prosent av teimum bilum, sum verða seldir, eru hybridbilar, og skuldi landskassin eisini mist allar avgjaldsinntøkurnar av teimjm, hevði tað verðið ein dýr søga. Hon segði somuleiðis, at harafturat vísa kanningar, at útlátið av vakstrarhúsgassum frá einum hybridbili, er ikki nevnivert minni enn frá einum diesel- ella bensinbili.

 

Men hon segði, at hon varð sinnað at kanna um tað bar til at gera eina millumloysn, soleiðis at teir sluppu undan nakað av avgjaldinum, tí ein hybridbilur er, hóast alt, reinari enn ein bensin- ella dieselbilur.