Fleiri bilar standa fastir í Havn

Tað er sum á kalvabaki í Havn, og harafturat rýkur tað illa

Tað eru fólk, sum eru farin í býin í Havn í dag í bili, sum ikki hava vunnið upp hús aftur við bilinum.

 

Tað er sum á flundrubaki í Havnini í dag og harafturat rýkur tað rættiliga illa.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um at bilar standa fastir runt umkring og nú eru bilar hjá sløkkiliðnum farnir at flyta teir til síðis, so at teir ikki tarna ferðsluni meiri enn neyðugt. Eigararnir mugu so eftir bilinum aftur so skjótt veðrið er batnað.

 

Løgreglan sigur, at summi fólk hava boðað frá, at tey hava sett bilin so frægt til síðis sum tilber og eru farin frá honum. Eisini tey mugu flyta eftir bilinum so skjótt veðrið er til vildar.

 

Løgreglan sigur, at hóast bilar standa við vegjaðaran, eru teir til ampa hjá teimum, sum skulu grava, og tí skulu teir flytast burtur so skjótt, høvi býðst.

 

Annars eru líkindini av teimum ringastu og bæði Løgreglan og Landsverk hava boðað frá í felag, at tey mæla fólki staðiliga frá at fara í bil, uttan at talan er um neyðsynjarørindi.