Fleiri bilar mist nummarpláturnar

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar, men støðan var heilt góð

Aftur í nátt hevur løgreglan verið á ferð við skrúvublaðnum, og hevur skrúvað nummarpláturinar av fleiri bilum. Her er talan um bilar, har eigararnir ikki hava goldið vegskatt. Løgreglan sigur, at í nátt hava tey skrúvað pláturnar av 15 bilum í Eysturoy og í Norðoyggjum.

 

Annars hevur løgreglan eisini gjørt ferðsmátingar ymsastaðni runt um í Havnini, og har um vegir, men har var støðan av tí heilt fræga, tí tað var bara ein bilførari, sum varð tikin, men afturfyri koyrdi hann so mikið skjótt, at hann fekk klipp í koyrikortið.