Fleiri bilar hava staðið fastir í nátt

Løgreglan heitir á bilførarar um at taka tað í álvara, tá ið Landsverk ávarar um koyrilíkindini

Myndin er frá Landsverki

Veðrið hevur verið ógvuliga ótespuligt í nátt, so tað hevur ikki eggjað til tað stóra náttarlívið. Løgreglan sigur eisini, at tað hevur ikki verið so nógv fólk í býnum, sum vanligt, og tað hevur verið friðarligt.

 

Annars varð ein bilførari tikin í Eysturoy í gjár fyri at koyra við kenning, men sum heild hevur tað verið stak friðarligt.

 

Men eitt, løgreglan hevur havt nakað av arbeiði av í nátt, er, at bilar hava staðið fastir í kavanum. Løgreglan sigur, at tað eru fleiri dømi um, at bilar hava staðið fastir, eisini meiri ella minni mitt á vegnum, so teir hava verið til ampa.

 

Men eingin skaði er kortini hendur, og fólkini eru komin úr teimum í øllum góðum. Løgreglan sigur, at hjá fólkunum í bilunum hevur ikki verið annað at gjørt uttan at bíða í tolni til Landsverk var komin fram við maskinuni og fekk grivið tey leys. Og summi sótu í bæði tveir og tríggjar tímar og bíðaðu.

 

Men summi av teimum høvdu eisini verið fyrireikað upp á tað ringasta, tí tey høvdu bæði mat og drekka við sær í bilin.

 

 Annars er eisini boðað frá smærri ferðsluóhappin, har bilar eru farin á glið í kavanum og hava rakt á garðar og ymiskt.

 

Løgreglan sigur, at tað vísir seg, at hóast Landsverk ávarar um, at koyrilíkindini eru sera vánalig og heitir á fólk um ikki at koyra, eru tað kortini nøkur, sum gera eina roynd, og tað endar ikki altíð væl.

 

Løgreglan sigur, at hyggjuráðini eru at gera eftir boðunum, sum verða givin.

 

Myndin er frá Landsverki