Fleiri bilar hava mist nummarpláturnar

Annars hava nakrir bilførarar fingið bót fyri ein afturvendandi trupulleika

Aftur í nátt hevur løgreglen verið á ferð og hevur tikið nummarpláturnar av bilum, har eigarin ikki hevur gildið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Herfyri fekk løgreglan ein lista frá Akstovuni við yvir 400 bilum, sum skuldi missa pláturnar, tí vegskatturin ikki er goldin og hesa seinastu tíðina hevur løgreglan so arbeitt seg ígjøgnum listan.

 

Sostatt hava heilt nógvir bilar mist pláturnar í seinastuni og aftur í nátt mistu ellivu bilar pláturnar.

 

Annars eru nakrir bilførarar eisini tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.

 

Somuleiðis ein bilførari tikin við eini lítlari nøgd av hassji uppi á sær og hann er nú skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni.