Seinnapartin í gjár datt grót undan loftinum í Vágatunlinum og niður á vegin, og tað komu nakrir bilførarar illa fyri av.
Løgreglan sigur, at nakrir bilar koyrdu á grótið og fingu skaða. Onkur bilur fekk skaða undir botninum og tann eini bilurin punkteraði á tveimum hjólum.
Løgreglan sigur, at summir av steinunum, sum vóru dotnir niður á koyribreytina, vóru sum nevagrót, ella størri enn tað.
Bilførarar fóru sjálvir at rudda koyribreytina, men annars vísti løgreglan teimum til tunlafelagið at umrøða tryggingarspurningin.
Løgreglan sigur, at annars fingu avvarðandi myndugleikar boð um hendingina, soleiðis at tey kundu taka neyðugu stigini til at kanna loftið, og at beina grótið burtur.